Nú er tað greitt, at Sølvi Vatnhamar eisini í 2026 verður á besta liðnum hjá Víkingi. Tað boðar felagið frá í dag.
Sølvi Vatnhamar verður 40 ár 5. mai í 2026, og hann hevur verið í bestu deildini síðan í 2008.
Sambært FaroeSoccer hevur Sølvi spælt 617 dystir í fremstu røð og skorað 185 mál.
Í bestu landskappingini hevur hann spælt 431 dystir og skorað 153 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 63 dystir og skorað 21 mál, ein dyst hevur hann spælt um upp- og niðurflyuting, og so eru tað altjóða dystirnar.
Fyri Víking hevur hann spælt 38 altjóða dystir og skorað sjey mál, og á landsliðnum hevur Sølvi verið 79 ferðir, og har hevur hann skorað tvey mál.