Ongi úrslit

Sólja var besti spælari í august

Fýra avgerandi mál í august, fult stigatal í endaspælinum og oddalið í Betrideildini hjá kvinnum. Jú, tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Sólju Ernstsdóttir og hinum KÍ kvinnunum seinastu tíðina

FSF/Hans Erik Danielsen
23. sepember kl. 16:21

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men vit hava eisini spælt nakrar góðar dystir í endaspælinum, ið allir eru koppaðir okkara veg. Nú ræður um at gera arbeiðið ordiliga liðugt og vinna FM.

Tað sigur Sólja Ernstsdóttir úr KÍ, sum sunnudagin var kosin til besta spælara í Betrideildini hjá kvinnum í august mánað.

Nú tvey umfør eru eftir av landskappingini, eru klaksvíkskvinnur fremstar við 55 stigum, trý stig framman fyri NSÍ. Og sum landið liggur í løtuni, hava tær kongabláu eisini møguleikan at røkka greipuni, tí komandi leygardag skulu tær spæla steypafinalu ímóti HB.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri august, hevði Sólja Ernstsdóttir fingið flestar atkvøður. Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Brá Zakariasardóttir úr NSÍ og Fridrikka Clementsen úr HB.

Áðrenn dystin á Djúpumýru sunnudagin millum KÍ og HB, var tað mamma Sólju, Joan Eilin Jóhansdóttir, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03