Ongi úrslit

Soleiðs verða Føroyar nú býttar sundur í fimm heilsuøki

– Og í hvørjum heilsuøki verða heilsumiðstøðir við kommunulæknum og øðrum heilsustarvsfólkum

Áki Bertholdsen
22. apríl kl. 10:30

Nú skal alt landið skipast í fimm stór heilsuøki. Tað er úrslitið av eini lóg, Løgtingið hevur samtykt. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur heitt á avvarðandi partar um at siga sína hugsan um málið.

Men sjálv ætlar hon, at landið skal býtast sundur í fimm heilsuøki, og í hvørjum heilsuøki verða so ein, ella fleiri, heilsumiðstøðir við kommunulæknum og øðrum heilsustarvsfólki.

Sjálv ætlar landsstýriskvinnan, at tað skulu vera 14 heilsumiðstøðir í hesum fimm heilsuøkjunum.

Summi heilsustarvsfólk kunnu verða sett í starv í einum heilsuøki, ella í einari heilsumiðstøð, men onnur kunnu verða sett í starv á fleiri heilsuøkjum.

Umframt at arbeiða á heilsumiðstøðunum, kunnu heilsustarvsfólk í heilsuøkjunum eisini hava viðtalur á ellis- og røktarheimum, í sambýlum ella heima hjá fólki.

Súsanna Bertholdsen sigur, at heilsuøkini  skulu hava eitt ávíst fólkagrundarlag tí tað er ein fortreyt fyri, at alsamt fleiri heilsutilboð kunnu leggjast undir heilsuøkini at umsita.

Harvið verður tað lættari at fáa viðgerð, kanningar, og fyribyrgjandi kanningar, í nærumhvørvinum hjá fólki.

Sjálv hevur landsstýriskvinnan kallað hetta størsta nýbrotið á heilsuøkinum í nógv ár. Eitt endamál er eisini at flyta kanningar og viðgerðir av sjúkrahúsunum út í heilsuøkini.

Talan kann verða um  summar viðgerðir fyri ADHD og diabetes.

Á heilsumiðstøðunum fara ymisk heilsustarvsfólk at veita heilsutænastur, bæði kommunulækni, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar, bioanalytikarar, apotekarar, heilsufrøðingar, ljósmóður og sálarfrøðingar.

Summi fara at starvast á heilsumiðstøðunum burturav og onnur fara at vera har parttíð.

Heilsuøkini verða skipað soleiðis:

 Tilsamans vera 14 heilsumiðstøðir í teimum fimm heilsuøkjunum.

Heilsuøki 1: Fugloyar kommuna, Viðareiðis kommuna, Kunoyar kommuna, Hvannasunds kommuna, Klaksvíkar kommuna,  Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna.

Heilsumiðstøðir verða í Klaksvík, í Norðagøtu og í Fuglafjørði

Heilsuøki 2: Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.

Heilsumiðstøðin verða í Runavík.

Heilsuøki 3: Sørvágs kommuna, Vága kommuna, Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna og ein partur av Tórshavnar kommunu, nevniliga Kollafjørður, Signabøur og Oyrareingir.

Heilsumiðstøðir verða í Miðvági, í Vestmanna, í Kollafjørði og við Norðskála.

Heilsuøki 4: Restin av Tórshavnar kommunu, Skopunar kommuna, Sands kommuna, Skálavíkar kommuna, Húsavíkar kommuna og Skúvoyar kommuna.

Tríggjar heilsumiðstøðir verða í Havn, nevniliga Heilsumiðstøðin á Berjabrekku, Heilsumiðstøðin í Hoyvík og Heilsumiðstøðin í Gundadali. Harumframt verður heilsumiðstøð á Sandi

Heilsuøki 5: Hvalbiar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fámjins kommuna, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.

Heilsumiðstøð verður á Tvøroyri og í Vági

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05