Ongi úrslit

Soleiðis sær Galaxy út - innan

Áki Bertholdsen
21. august kl. 17:34

Fríggjakvøldið fer Smyril í dokk í 8-10 vikur, og síðani verður tað grikska ferjan, Galaxy, sum skal røkja suðuroyarsiglingina. Galaxy fer fyrsta túrin av Krambatanga leygarmorgunin.

Galaxy var eisini avloysaraskip fyri Smyril í 2017 og tá vóru tað fleiri, sum fýltust á umstøðurnar umborð.

Men ásannast má, at umstøðurnar eru munandi betri nú, og skipið er nógv nossligari nú, enn tað var tá, tí tað hevur fingið munandi ábøtur.

Har eru salongir við bleytum stólum, sofur rundan um sofaborð, spælipláss til tey mistu børnini og flúgvarasetur og rúmligt kafeteria. Har er barr umborð - men hon verður neyvan opin

Aftast í greinini eru fleiri myndir, sum vísa, hvussu tað sær út umborð á Galaxy nú.

Galaxy siglur nakað seinni enn Smyril og hevur 2,5 tímar um hvønn túrin, so hann siglur bara tvær ferðir um dagin.

Har er annars eisini bæði kiosk og kafeteria umborð við føroyskari manning. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, tá ið eingin farmur er við. Bíleggingarskipan hjá Smyrli kann eisini brúkast til tey, sum vilja hava ferðaseðil við Galaxy.

Tað verða eisini avmarkingar við farmi, tí umstøðurnar á biladekkinum eru ikki líka góðar sum umborð á Smyrli.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

20 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03