Savnið M/S Museet for Søfart sóknast nú eftir eftir søgum og minnum, har almenna fólkið hevur verið í sambandi við kongaskipið Dannebrog, og tí heita tey á fólk, ið hava minni, søgur ella myndir um at koma við hesum.
Ætlanin er at brúka tilfarið til eina framsýning í sambandi við, at kongaskipið verður 90 ár. Museet for Søfart sigur, at framsýningin skal snúgva seg um kongafamiljuna, manningina, týdningin hjá skipinum og ikki minst tey møti, ið fólkið hevur havt við skipið.
- Í tí sambandi leita vit eftir forteljingum, myndum, minnum og kanska eisini lutum, ið kunnu fortelja søguna um Dannebrog, sigur Museet for Søfart.
Framsýningin skal geva innlit í lívið umborð á Dannebrog og sýnið hjá kongafamiljuni á Danmark - sæð frá sjónum. Eisini skal framsýningin fortelja søguna um sambandið millum kongaskipið og fólkið.
Framsýningin byrjar í februar komandi ár, og tey, ið hava eitthvørt at lata savninum, verða biðin um at venda sær til dannebrog@mfs.dk.