Ongi úrslit

Leita eftir tveimum fólkum - eru givin at leita eftir einum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:20

Hesar seinastu dagarnar eru trý fólk horvin vesturi í Vágum og myndugleikarnir hava brúkt nógva orku upp á at leita.

Løgreglan leitar framvegis eftir tveimum kvinnum úr Suðurkorea, sum hvurvu týsdagin,

 Talan er um tær báðar, Soo Jung Park og Soo Yeon Park og seinast, tær við vissu eru seinast sæddar, var seinnapartin týsdagin í Miðvági.

Seinastu telefonupplýsingarnar eru eisini frá týsdegnum klokkan 20.46 og tá vóru tær í økinum nærhendis við Trælanípuna og Bøsdalafoss.

Tey eru tey, sum hava við gistingina at gera, sum hava saknað tær, tí tær komu ikki aftur í aftur, og viðføri stendur eftir.

Løgreglan sigur, at síðani tær vórðu eftirlýstar í fyrrakvøldið, hava fólk vent sær til teirra tí tey halda seg hava sæð kvinnurnar.

Og tað er víða um í Føroyum, at fólk halda seg hava sæð tær, bæði á Streymoynni og í Eysturoy, bæði gangandi eftir gøtuni og í handlum.

Men tær áheitarnirnar, løgreglan hevur fingið, hava ikki givið úrslit, so løgreglan heldur fram at leita. Eitt nú verða vakmyndatól kannað, eins og roynt verðyr at finna fram til næstringar í Korea, sum kanska kunnu vita, hvar tær eru.

Tær hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, hava ljósa húð og hálvsítt svart hár.

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:

- Hvítari, síðari skjúrtublusu

- Svørtum gamassjubuksum

- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum

- Svørtum gongustilvum í øklahædd

Annars hevur løgreglan eisini leitað eftir einum meksikanara, sum hvarv á leiðini við Bøsdalafoss og Trælanípuna.

Talan er um 68 ára gamla, Pedro Enrique Moreno Hentz. Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Havn fyrrapartin mikudagin.

Seinnapartin í hósdagin varð ryggsekkur hansara funnin í Mykisnesfjørði, og so var farið at leita.

Seinastu telefonupplýsingar hansara vísa, at á miðdegi mikudagin var hann onkustaðni við Bøsdalafoss.

Løgreglan sigur, at tey eru givin at leita eftir honum, tí tey hava troytt teir møguleikar sum eru, men úrslitaleyst.

Men er tað nakar, sum veit um hesi trý fólkini, eru tey vælkomin at siga frá.

Mest lisið hesa vikuna

Krígsbrotsverk – Fólkadráp – Brotsverk móti mannaættini: Tað byrjaði ikki 7. oktobur 2023

1. sepember kl. 22:35

Leita eftir tveimum fólkum - eru givin at leita eftir einum

Í gjár kl. 09:20

Útlendingar stjólu búffar í einum handli í Havn

6. sepember kl. 12:00

Ávara um broytingar í siglingini hjá Galaxy í morgin

Í gjár kl. 16:19

Nú skal landsstýrismaðurin svara spurningum um Galaxy

3. sepember kl. 10:55

Hava stongt eitt stórt økið í Vágum fyri ferðafólk

5. sepember kl. 08:22