Ongi úrslit

Nú er at skunda sær at hamstra!

Vælumtøkta smyrjipáleggið verður ikki framleitt longur

Jóhanna Højgaard
10. sepember kl. 20:20

Samskiftisleiðarin hjá Orkla Foods Noreg, Kristoffer Barbøl Vikebak, sigur við VG at seinasti framleiðsludagurin hja 'Nøtte' var í dag.

Orkla Foods Norway steðgar framleiðsluna av hesum søta, og fyri føroyingar, nógv eftirspurda pálegginum, orsakað av lágum salgstølum og gomlum framleiðslutólum, sum eru ov dýr at halda.

Á verksmiðjuni í Tveita í Oslo, sløkti Orkla Foods Norway, longu í síðstu viku tólini sum framleiddi systur-páleggið 'Sunda'.

'Sunda' kenna vit ikki so nógv til í Føroyum, men tað er eisini eitt slag av smyrjupáleggi eins og 'Nøtte', tó við hunangi og ikki hasselnøtum.

"So er liðugt við pálegginum fyri tey sum helst vilja hava tann reina hasselnøtasmakkin" lýsir Orkla um kaloriuríka smyrjipáleggið.

Og vit føroyingar hava nú bert eitt at gera. Tað er at skunda okkum í matvøruhandlarnir, at leggja inn undir okkum í Nøtte-páleggi.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

13 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

17. oktober kl. 09:45