Ongi úrslit

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

Áki Bertholdsen
16. oktober kl. 07:45

Sum vit áður hava skrivað, varð ein maður funnin við ongum viti uttan fyri Tórshøll í Havn sunnukvøldið.

Løgreglan sigur, at hann bløddi um andlitið og tað varð eisini staðfest, at hann hevði verið fyri harðskapi.

Løgreglan sigur, at tey hava tosað við vitni, sum hava váttað tað - og samstundis hevur løgreglan eisini fingið illgruna til ein mann. Tey hava leitað eftir honum síðani, men higartil hevur tað ikki eydnast at finna hann.

Løgreglan sigur, at hesin maðurin er undir illgruna fyri harðskap ímóti manninum, sum varð funnin uttan vit, men hann er eisini undir illgruna fyri harðskap ímóti einum øðrum manni eina lítla løtu frammanundan.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03