Ongi úrslit

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:45

Skattatrýstið í Føroyum var 41,9 prosent í fjør. Tað er 1,3 prosent-stig størri enn í 2023.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Orsøkin til vaksandi skattatrýstið er, at vøksturin í skattainntøkunum hevur verið størri enn búskaparvøksturin.

Almennu inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 11,7 milliardir krónur í fjør.

Tað eru slakar 700 milliónir krónur, ella 6,4 prosent meiri enn í 2023. Skattatrýstið er skattir og avgjøld í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni var einans 2,9 prosent og tískil vaks skattatrýstið.

Persónligi inntøkuskatturin sum húsarhaldini gjalda, er størsta inntøkukeldan hjá tí almenna. Inntøkurnar frá persónliga inntøkuskattinum vóru góðar 4,7 milliardir í fjør, og tær hava verið støðugt vaksandi síðan 2012.

Á øðrum plássi eru inntøkurnar frá mvg, sum vóru 2,5 milliardir í fjør. Tað 9,9 prosent meiri enn í  2023.

Hesar stóru inntøkukeldurnar vaksa lutfalsliga støðugt frá ári til ár, men aðrar skattainntøkur eru, sum sveiggja nógv. Serliga síggjast stór sveiggj í inntøkunum frá vinnufelagsskatti, kapitalvinningsskatti og tøkugjaldi.

Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Skattatrýstið var tá 43,7 prosent. Síðani er tað minkað á hvørjum ári inntil í fjør, tá ið tað aftur vaks.

Eitt skattatrýst upp á 41,9 prosent er tó lutfalsliga lágt, tí hyggja vit aftureftir, var tað 46 prosent í 1999.

Men so minkaði tað stigvíst eftir fíggjarkreppuna.

 Sammett við hini Norðurlondini, liggja Føroyar á øðrum plássi, tá tað kemur til skattatrýst.

Í Danmark er skattatrýstið 45,4 prosent sum er 3,5 prosent-stig hægri enn í Føroyum. Men so eru heili 11,3 prosent-stig niður til Ísland, sum hevur lægsta skattatrýstið. 

Talvan niðan fyri vísir, hvussu inntøkurnar hava verið av øllum teimum ymsu sløgunum av skatti vit hava

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29