Ongi úrslit

Søkja eftir presti til dómkirkjuna

Talan er um fulltíðarstarv í eitt hálvt ár frá fyrsta februar

folkakirkjan.fo
2 tímar síðan

Fólkakirkjan skrivar soleiðis:

Virkandi sóknarprest til Suðurstreymoyar eystara prestagjald

 

Søkt verður eftir einum virkandi sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eina tænastu hálva tíð.

Hóast tænastan í prestagjaldinum er hálva tíð, fær viðkomandi aðrar uppgávur sum prestur uttanfyri Suðurstreymoyar eystara prestagjald.

Tilsamans er talan um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv í tíðarskeiðnum 1. februar – 31. juli 2026.

Høvuðsuppgávur
Yvirskipað er uppgávan tvídeild:

- at vera virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
- at halda gudstænastur aðrastaðni í landinum eftir áheitan frá próstinum.

Innihaldsliga umfatar kallið

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og útinna sakramentini.

  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar.

  • í samvinnu við próst vera til tænastu í fólkakirkjuni.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið.

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til [email protected]. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. januar 2026 kl. 12.00.

Kirkjuráðini innstilla prestin, og biskupur er setanarmyndugleiki. 

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Ova Brim, prósti, t-postur [email protected]                                       

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Turrur fiskur gevur styrki og orku

6 tímar síðan

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50