Ongi úrslit

Søkja eftir nýggjum presti í Norðstreymoy

Talan er um embæti í Norstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði á Kirkjuteigi í Kvívík

folkakirkjan.fo
6 tímar síðan

24. oktober varð tað alment, at Maria Jørðdal Niclasen verður nýggjur dómpróstur. Hon tekur við embætinum 1. februar 2026.

Maria er sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, og nú verður lýst eftir nýggjum presti til hetta kallið.

Í lýsingini verður sagt soleiðis:

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar vestara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðar embæti, ið ætlandi verður sett 1. februar ella so skjótt til ber.

Sóknarpresturin er tænastumaður. Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. 

Tænastubústaður er til embætið: Kirkjuvegur 24, 340 Kvívík.

Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. 

Kirkjusóknirnar eru tríggjar: Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

·       -at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.

·       -útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.

·       -hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.

·       -taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar. At skapa trivnað er ein felags uppgáva fyri báðar prestarnar í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

 Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

 Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsøkjarar mugu rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. 

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til [email protected] . Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 6. desember 2025 kl. 12.00.

Fyrispurningar um embætið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur [email protected].

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

14 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Í gjár kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41