Ongi úrslit

Smyril í sigling í morgin ári

Áki Bertholdsen
13. oktober kl. 10:01

Nú nærkast av álvara til Smyril kemur aftur í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina.

Eftir at hava verið í dokk í Danmark í sjey vikur, setti hann leygarkvøldið kósina aftur til Føroya. – Og nú er hann komin so langt, at hann verður á Krambatanga klokkan 16 seinnapartin í dag.

Síðan skulu kioskvørur og alt annað av Smyrli, sum nú er umborð á Galaxy, fáast yvir aftur á Smyril. Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril fer í sigling aftur í morgin ári – týsmorgunin – men at fyrsti túrurin av Krambatanga verður klokkan seks í morgin ári, heldur enn klokkan sjey, sum vanligt er týsmorgun.

Síðan verður siglt eftir vanligu ferðaætlanini.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03