Ongi úrslit

Smittumetið fer í dag: Millum 150 og 160 tilburðir

- Tað er eingin ivi um, at smittumetið fer í dag. Sum tað sær út nú, liggja vit umleið hálvtannað hundrað tilburðir, kanska eitt sindur hægri enn tað, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Sveinur Tróndarson
28. desember 2021 kl. 12:53

Ongantíð áður hevur talið av tilburðum verið so høgt sum tað er eftir kanningarnar, sum eru gjørdar í gjár.

Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimma.fo ringir fyri at spyrja, um hald er í leysasøgunum um at tað eru skrásettir 400 nýggir tilburðir eftir kanningarnar í gjár. Men tað er tað ikki, sigur hann.

- Eg kann vátta, at metið fyri ein einstakan dag fer í dag. Tað er tað eingin ivi um. Men vit koma ikki í nærheitini av 400 tilburðum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Hann sigur, at hann hevur ikki endaliga talið, men sum tað sær út nú fer talið fyri dagin at liggja onkustaðni um hálvtannað hundrað tilburðir.

- Eg meti, at vit enda á umleið 150 til 160 tilburðum fyri dagin, og sjálvt um tað ikki er 400, so er tað framvegis øgiliga høgt tal, og so n´ógv hægri enn gamla metið fyri dagin, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað er í løtuni ikki heilt greitt, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tað talið er ikki alment enn, men tað liggur sum skilst um 3.000 kanningar. Og er tað talið, so merkir tað, at smittuprosentið liggur um fimm prosent.

Tá talið er so høgt, so kann tað enda við, at vit fara upp um 75 tilburðir í miðal seinastu sjey dagarnar, og tað merkir, at vit fara úr gulari støðu upp í reyða støðu. Hyggja vit eftir tølunum seinastu sjey dagarnar, so raka vit 75 tilburðir í miðal seinastu sjey dagarnar, um smittutalið í dag verður 156.

Nú hava myndugleikarnir sagt, at onnur viðurskifti eisini telja við, tá gjørt verður av, um vit eru í gulari ella reyðari tilbúgving, millum annað, hvussu nógv fólk eru innløgd á sjúkrahús. Á tí økinum eru vit í góðari støðu beint nú. Sambært korona.fo eru tvey fólk innløgd á sjúkrahús og tað er eitt færri enn í gjár.

Men nú fáa vit at síggja, hvat myndugleikarnir siga.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

17 tímar síðan

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

Í gjár kl. 09:49