Sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt kring landið. Men átta tíðina í gjáramorgunin komu tveir mans til ilnar í miðbýnum í Havn við tí úrsliti, at tað bleiv slagsmál ímillum teir.
Løgreglan kom á staðið og tey gjørdu av at handtaka annan manning og hann varð settur í brummuna.
Út á dagin í gjár varð hann leyslatin aftur, men tað var við eini bót í lummanum upp á 3.000 krónur fyri at hava órógvað almenna friðin og fyri at fara í slagsmál.