Ongi úrslit

Skúlin og busskýli í Leirvík útsett fyri herverk

Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt herverkið

Jóhanna Højgaard
14. juni kl. 09:25

Fleiri rútar eru brotnir í skúlanum í Leirvík í stórum herverki. Løgreglan hevur góð spor at ganga eftir

Løgreglan fekk í nátt fráboðan um, at onkur hevur kastað steinar í fleiri rútar í skúlanum í Leirvík, har fleiri rútar eru brotnaðir. Eisini er herverk framt á eitt bussskýli nærindis.

Løgreglan sendi eina patrulju á staðið, sum hevur tosað við fólk á staðnum. Løgreglan heldur seg vita, hvør hevur framt herverkið og fer at arbeiða víðari við tí. Talan er um ungfólk um 14-15 ára aldur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Arbeitt verður víðari við hesum máli, sum løgreglan sigur seg taka í rættiliga stórum álvara.

Um sjey tíðina í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvík, har tey hildu, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Og tá hann blásti í alkholmetrið vísti tað langt út yvir tað loyvda. Hann varð tí handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14