Í gjár fekk løgreglan í Havn boð um fleiri innbrot í handlar í miðbýnum í Havn.
Løgreglan sigur, at fyrsta fráboðanin kom úr FK í miðbýnum tíðliga í gjáramorgunin, har onkur hevði verið inni og stolið nakrar túsund krónur.
Tað eru vakmyndatól í FK, og haðani fekk løgreglan eina ábending um, hvørjir tjóvarnir vóru.
Í tí sambandi vórðu tveir mans handtiknir - og nakað av pengunum er komið aftur íaftur.
Men ímeðan teir sótu á løgreglustøðini fyrrapartin, komu fráboðanir um fleiri innbrot.
Eitt nú hevur onkur brotið inn í kjallaran í einum bygningini í miðbýnum, har fleiri handlar eru.
Sostatt fekk løgreglan boð um, at onkur hevði brotið inn í Fotobúðina og at onkur hevði eisini roynt at bróta inn í Heimavirkið.
Seinni um dagin fekk løgreglan eisini fráboðanir um innbrot í fleiri aðrar handlar.
Løgreglan sigur, at annar maðurin, sum er tikin, noktar seg sekan, men hin hevur játtað seg sekan í øllum.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan eisini fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í skeinkistaðið, Mikkeler, men tað er ikki staðfest um nakað er stolið.
Løgreglan veit ikki enn, um talan er um somu menn.