Ongi úrslit

SKÚLAHEIMIÐ Í MARKNAGILI

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Bjørg Brynhildardóttir Egholm skrivar í dag á Facebook:

-Í dag havi eg sett landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein skrivligan fyrispurning í sambandi við Skúlaheimið í Marknagili.

Leiðarin á skúlaheiminum er spardur burtur, reglugerðin er herd, atgongdin til felagsrúm er avmarkað, tað ber ikki longur til at vera á skúlaheiminum um vikuskifti, og fleiri vakmyndatól eru sett upp. Vit vita eisini, at leigan fyri at búgva á skúlaheiminum fer at hækka við 1.000 krónum um mánaðin.

Hetta eru lærlingar og lesandi, nógv teirra úr útjaðaranum, sum hava langan veg til Havnar. Vit kunnu ikki góðtaka, at ung úr útjaðaranum verða sett aftanfyri tey, sum búgva nærri miðstaðarøkinum. Tað skapar ein ójavna, sum vit eiga at arbeiða ímóti.

Samskiftið millum leiðslu og næmingar hevur verið vánaligt, og álitið tykist vera farið. Nú liva búfólkini í óvissu um, hvat fer at henda við skúlaheiminum – verður tað selt, umskipað ella nakað annað?

Eg vóni at fáa eitt greitt svar frá Bárði á Lakjuni, sum er til frama fyri tey ungu á skúlaheiminum. Eitt svar, ið vísir, at landsstýrismaðurin veruliga vil arbeiða fyri, at ungdómurin trívist og verður virdur á Glasi, og at ØLL ung hava javnbjóðis møguleikar at ganga har.

Til ber at lesa spurningin á logting.fo undir “§52a spurningar”

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

14 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

7 tímar síðan

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10