Ongi úrslit

Skjótt kunnu komandi foreldur verða kannað fyri sjúkur sum børnini kunnu arva

Myndin er frá sjúkrahúsverkinum
Áki Bertholdsen
29. sepember kl. 12:50

Føroyingar eru í eini heilt serligari støðu tá ið tað snýr seg um álvarsligar, arvaligar sjúkur.

Tað er tí at flest allir føroyingar eru í familju við hvønn annan og tí er títtleikin av fleiri deyðiligum, arvaligum sjúkum, hægri í Føroyum, enn hann er uttanlands.

Men nú fáa føroyingar, sum ætla at verða foreldur, ein heilt annan møguleika

Frá 1. juli næsta ár kunnu fólk ímillum 18 og 45 ár, og makar teirra, nevniliga verða kannað um tey eru berarar av ymsum, deyðiligum, arvaligum sjúkum.

Hetta er ein kanning, har fólk, sum umhugsa at fáa børn, kunnu fara til, áðrenn tey taka endaliga avgerð um tey taka avgerðina.

Við hesum fáa fólk eitt betri upplýst grundarlag at taka avgerðina á, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Endamálið er at styrkja sjálvræðið og vitanargrundarlagið hjá einstaklingum og pørum, í sambandi við eina avgerð um barnsburð, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at hetta er eitt gamalt mál, tí heilt síðani 2006 hava fleiri landstýrisfólk í heilsumálum fingið eitt fakligt tilmæli um at lata fólk, sum umhugsa at fáa børn, fáa hendan møguleikan.

Ein kanning vísir eisini, at heili 89 proent av føroyingum taka undir við, at fólk fáa hendan møguleikan. Samstundis vísir kanningin eisini, at 85 prosent av teimum spurdu, høvdu latið seg kannað, var tann møguleikin til staðar.

Verður hetta samtykt, skal ein listi gerast yvir tær ávísu sjúkurnar, kanningin skal fevna um, og sjálv kanningin verður gjørd við eini vanligari blóðroynd.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14