Ongi úrslit

Skjóta viðgerð og hjálp

Uni Rasmussen, valevni fyri Fólkaflokkin
10 tímar síðan

Vit síggja í dag alt ov nógvar og langar bíðilistar til útgreiningar og viðgerðir. Heldur enn at verða útgreinað og fáa neyðugu hjálpina, mugu borgarar standa á bíðilistum, og tað kann hava við sær sjúkrameldingar, fráveru og annað. Tað er hvørki gagnligt fyri tann einstaka ella samfelagið.

Vit skulu tí seta MUNANDI MEIRA INN, tá ið tað kemur til útgreiningar og at veita viðgerðir og aðra neyðuga hjálp – tað gagnar tí einstaka, ið rakt/ur er, teimum nærmastu og samfelagnum sum heild.

Hetta verður gjørt við at økja um játtanina til hesi økini. Í longdini er hetta munandi betri fyri samfelagið, tí at øll hesi fólkini skulu til útgreining ella í viðgerð fyrr ella seinni – skjótari hjálpin verður veitt, til størri gagn verður hon fyri borgaran og samfelagið, umframt at fylgjurnar av seinari útgreining ella viðgerð verða avmarkaðar.

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01