Ongi úrslit

Skála hevur skrivað undir við landsliðsmálverja

U-21 landsliðsmálverjin flytur av beinkinum hjá Víkingi og í málið hjá uppflytarunum á Skála

Jóannes Hansen
4. november kl. 10:55

Hans Jákup Arngrímsson hevur í ár verið fastur maður millum stólparnar á U-21 landsliðnum. Samstundis hevur hann verið eykamálverji í Víkingi, har Bárður á Reynatrøð higartil hevur verið sjálvskrivaður í málinum.

Nú verður Hans Jákup Arngrímsson fastur málverji í bestu deildini.

Skála boðar frá, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Hans Jákup Arngrímsson, sum er fastur maður í málinum hjá Víkingi í 1. deild.

21 ára gamli Hans Jákup Arngrímsson hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Sarpugerði. FaroeSoccer veit at siga, at hann hevur spælt ein dyst í bestu deildini, ein í kappingini um løgmanssteypið og 108 landskappingardystir í 1. deild. Og so vardi hann málið í summar, tá ið Víkingur á heimavølli í innleiðandi umfari í UEFA Conference League vann 2-1 ímóti Linfield FC.

U-21 landsliðið hevur í ár spælt fimm dystir, og Hans Jákup hevur allar fimm ferðirnar vart málið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

10 tímar síðan

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

4 tímar síðan