Ongi úrslit

Skála er einsamalt aftast

NSÍ og B36 eru oddalið, og mánakvøldið hevur HB møguleika at raka toppin

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Í fjør høvdu NSÍ og KÍ 24 stig, tá ið toppdystur var í Runavík, sum KÍ vann. Síðani var KÍ oddalið alla tíðina og vann at enda FM.

Í gjárkvøldið og í kvøld vóru fýra dystir í triðja umfari. Tann síðsti verður í Gøtu mánakvøldið, tá ið Víkingur fær vitjan av HB. Øll tey, sum hava spælt tríggjar dystir, hava mist stig. Tað er bara HB, sum hevur fult stigatal, og við sigri í Sarpugerði mánakvøldið hevur HB møguleika at leggja seg á toppin – við fullum stigatali.

B36 vann í kvøld 6-0 móti B68, sum í seinna hálvleiki var fullkomuliga niðurspælt. Inntil verjumistak hjá B68 bar 1-0 málið hjá B36 við sær, sá tað ikki so galið út hjá toftamonnum, sum heilt mistu pippið, tá ið B36 skoraði dygst undan steðginum og aftur lítla løtu eftir steðgin.

Nýggi B36 álopsspælarin Torgeir Børven skoraði tvey mál, og hann er nú toppskjútti við trimum málum.

Í Sørvági vann 07 Vestur í kvøld 1-0 móti Skála, ið er einasta liðið, sum einki stig hevur. Einasta málið á Dungasandi í kvøld skoraði Lucas Gardar, sum í dag var fremsti maður hjá 07 Vestur. 1. mars fylti hann 20 ár. Í dag var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Lucas var málskjútti í bestu deildini.

Bæði liðini høvdu møguleikar at skora fleiri mál, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini, vóru skálamenn tvær ferðir í góðum støðum, men báðu ferðirnar varð bólturin sendur omanfyri málið. Tá ið 07 Vestur hevði góðar møguleikar, vardi Hans Jákup Arngrímsson málið hjá Skála væl.

Í kvøld vann NSÍ 2-1 á heimavølli móti uppflytarunum í AB, sum aftur í kvøld av álvara bjóðaðu av. Tað var 1-1, inntil tíðin var farin tveir minuttir útum 90 minuttir. Tá skoraði landsliðsspælarin Petur Knudsen 2-1 sigursmálið hjá NSÍ.

B36

3

2

1

0

8

1

7

NSÍ

3

2

1

0

4

2

7

AB

3

2

0

1

6

2

6

HB

2

2

0

0

4

1

6

3

1

2

0

6

2

4

07 Vestur

3

1

0

2

2

7

3

B68

3

1

0

2

2

9

3

Víkingur

2

0

1

1

0

1

1

EB/Streymur

3

0

1

2

1

5

1

Skála

3

0

0

3

2

5

0

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

Í gjár kl. 18:01