Ongi úrslit

Skal í fongsul í fýra mánaðir fyri at smugla hassj til Føroyar

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tá ið flogfarið hjá Atlantsflogi lendi í Vágum í gjár, fekk narkohundurin hjá tollarunum áhuga fyri einum ungum danskara, sum var eitt av ferðafólkunum.

Tollararnir tóku hann til viks og tá ið viðførið varð kannað, vísti tað seg, at hann hevði 1,9 kilo av hassji í viðførinum.

Løgreglan varð boðsent og maðurin varð handikin og settur í varðhaldið. Og av tí at hann játtaði seg sekan, varð hann førdur fyri rættin fyrr í dag.

Har fekk hann dóm á staðnum, og dómurin var, at hann skal sita í fýra mánaðir í fongsli.

Eftir dómin, sum maðurin góðtók, varð hann leyslatin aftur og so verða boð eftir honum einni at sita dómin, og tað verður helst í Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50