Nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin/FM1, vísir, at Javnðarflokkurin og Sjúrður Skaale í morgin fara at vinna heilt stóran sigur á fólkatingsvalinum.
Kanningin sigur, at Javnaðarflokkurin fer at fáa 40 prosent av atkvøðunum. Tað er greitt, at tað verður Sjúrður Skaale, sum fer at verða valdur, og at hann fer at fáa heilt nógvar persónliar atkvøður. Sammett við undanfarnu kanning so er talan um framgongd hjá Javnaðarflokkinum upp á 11,8 % sammett við fólkatingsvalið í 2022, og talan er um framgongd upp á 2,3 % sammett við kanningina, sum var gjørd í næstsíðstu viku.
Sambandsflokkurin stendur til at fáa seinna fólkatingsumboðið. Kanningin sigur, at Sambandsflokkurin fær 24,5 prosent av atkvøðunum. Sammett við valið í 2022 er talan um afturgongd upp á 5,7 % og sammett við kanningina í næstsíðstu viku er talan um afturgond upp á 3,5%.
Kanningin sigur, at Fólkaflokkurin fær 16 prosent, og at Tjóðveldi fær 17,3 prosent.