Kanadiski umhvørvis- og hvalaaktivisturin Paul Watson hevur í áratíggjur skapt yvirskriftir orsakað av hansara umstrídda framferðarhátti. Í løtuni er hann fongslaður í Grønlandi, har bíðað verður um Danmark útflýggjar hann til Japan.
Í sendingini ‘Deadline' hjá Danmarks Radio, varð aktuella málið um Watson viðgjørt í kvøld.
Umframt prát við Ulrik Pram Gad, sum er granskari, og Jens Sejrup, ið er Japan-serfrøðingur, var kjak millum fólkatingsmannin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrð Skaale, og Søren Egge Rasmussen, fólkatingsmann fyri Eindarlistan.
Sendingin sæst her.