Ongi úrslit

Sjúkrahússkip til Grønlands

Tað er á veg, sigur Trump

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Grønland hevur sagt seg ikki hava brúk fyri læknahjálp frá øðrum londum, eftir at Donald Trump segði á Truth Social, at hann fer at senda eitt sjúkrahússkip til landið sum hann ynskir at ogna sær.

Amerikanski forsetin skrivaði hettar í gjár, har hann eisini segði, at grønlendingar ikki fáa ta hjálp frá heilsuverkinum, sum teimum tørva.

– Við at arbeiða saman við fantastiska guvernørinum í Louisiana, Jeff Landry, fara vit at senda eitt flott sjúkraskip til Grønlands at taka sær av teimum mongu fólkunum, sum eru sjúk, og sum ikki verða ansaði har, skrivar Trump á sínum egna Truth Social palli.

Tað er á veg!!! legði hann afturat.

Mette Frederiksen svarar við viðmerking:

-Eg eri fegin um at búgva í einum landi, har ókeypis og javnbjóðis atgongd er til heilsuverk fyri øll. Har tað ikki eru tryggingar og ríkidømi, sum gera av, um tú fært rætta viðgerð.

Sama leistur er fylgdur í Grønlandi. Góðan sunnudag øll somul.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

13 tímar síðan

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45

Hevði ov nógv fólk í bilinum - og alt vóru børn

16. februar kl. 08:41