Ongi úrslit

Hevði ov nógv fólk í bilinum - og alt vóru børn

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Seinnapartin leygardagin steðgaði løgreglan einum bili í Havn og tað kostaði bilføraranum eina bót upp á 1500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Tað vísti seg nevniliga, at hann hevði ov nógv fólk í bilinum - og tey vóru øll børn. Bilurin hevði trygdarbelti til førara og fýra ferðafólk, men har vóru fimm ferðafólk - fimm børn - í bilinum.

Og tað var ikki bara tað eina, sum var til avlops, sum ikki sat í trygdarbelti.

Eitt skifti var ivi um, antin bilførarin skuldi hava eina bót og eitt klipp fyri hvørt barnið, men málið varð so avgjørt við tað, at hann fær eitt klipp og eina bót.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

Í gjár kl. 09:29

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37