Ongi úrslit

Sjúklingar á Landssjúkrahúsinum fáa heimagjørd páskaregg

Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka sera væl, men tað eru tíverri ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av teimum.

Landssjúkrahúsið
20. apríl kl. 10:40

Starvsfólkini í køkinum á Landssjúkrahúsinum hava gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum.

Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka sera væl, men tað eru tíverri ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av teimum.

Fyri starvfólk í køkinum hevur tað týdning, at nógv verður gjørt burturúr, so eisini tey við tyggi- og svølgi avbjóðingum, gluten- og laktosu ovurviðkvæmi, sjúklingar í dialysuviðgerð og innløgd børn fáa okkurt gott á páskum. Tí hava starvsfólkini í køkinum, aftur í ár, gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi avbjóðingar.

Landssjúkrahúsið ynskir øllum einar gleðiligar páskir!

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14