Ongi úrslit

Sjey spælarar spæla í føroyskum feløgum

Kvinnulandsliðið í hondbólti, sum skal spæla tveir dystir ímóti Litava um pláss í HM endaspælinum, er úttikið

© Mynd: hsf.fo Mandatory Credit © Anze Malovrh / kolektiff
Jana MITTÚN, Marita MORTENSEN, Annika Fridheim PETERSEN og Anna Elisabeth HALSDÓTTIR WEYHE undan dystinum millum Sveis og Føroyar í EM 2024 29. november 2024
Hondbóltssamband Føroya/Ari Rouch
22. mars kl. 13:40

Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM play-off dystirnar móti Litava, sum verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Níggju spælarar umboða útlendsk feløg – ein í Íslandi og átta í Danmark – og sjey spælarar umboða føroysk feløg – H71, Kyndil, Neistan og VÍF.

 

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

 

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)

 

Landsliðsvenjarar eru Claus Leth Mogensen høvuðsvenjari, Simon Olsen hjálparvenjari og
Jens á Skipagøtu, málverjavenjari

Fitt av atgongumerkjum eru seld til heimadystin, men enn eru nøkur standipláss at fáa til keyps á atgongumerki.fo. Eisini ber til at ferðast við landsliðnum til tann seinna og avgerðandi dystin í Litava. Les meira her á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45