Komandi valið í týska statinum Norðurrín-Vestfalia hevur verið skuggað av einum óvanliga høgum talið av deyðum politikarum.
Innan tvær vikur eru sjey valevni úr høgravenda flokkinum "Alternativ fyri Týskland" (AfD) deyð. Sostatt eru atkvøðuseðlarnir til valið 14. september broyttir, og brævaveljarar noyðast at atkvøða av nýggjum.
Men kann tað veruliga vera av tilvild, at sjey valevni úr anti-immigrant-flokki eru deyð stutt fyri valið í størsta týska statinum við 18 milliónum íbúgvum?
Týska løgreglan hevur avgjørt noktað, at deyðstølini hava samband við nakað slag av kriminaliteti. Allir doyðu av natúrligum orsøkum, og einki bendir á, at talan var um brotsverk, sambært Die Welt.
Ein talsmaður fyri flokkin sigur við Politico, at fýra tey fyrstu doyðu av náttúrligum orsøkum og heitir á onnur um at sleppa øllum spekulatiónum. Sambært Tagesschau vísti valstjórin í Norðurrín-Vestfalia á, at har eru tilsamans 16 valevni, sum tvørtur um flokkar vóru deyð í tíðini upp til valið.
Hóast uppforðran til at sleppa konspiratiónsteorium, hava deyðstølini fingið fleiri AfD-stuðlar at undrast á sosialu miðlunum.
Eftir tey fyrstu fýra deyðsføllini, deildi ein av teimum báðum leiðarunum í flokkinum, Alice Weidel, eitt uppslag á sosiala miðlinum X við einum stuttum teksti:
"Fýra AfD valevni eru deyð."
Upprunaligi brúkarin aftanfyri innleggið, er kendi AfD-stuðul og pensjóneraði búskaparfrøðingurin Stefan Homberg, sum kallar deyðstølini "hagfrøðiliga nærum ómøgulig."
Tað eru fleiri dømi um brúkarar á sosialu miðlunum við somu áskoðan.
T.d. hevur Compact magazine eisini elvt til samspælsteoriirnar. Miðilin hevur áður víst stuðul til AfD og hevur verið merkt sum sterkt høgravendur av týsku myndugleikunum.
Alice Weidel hevur fingið kritikk fyri ikki at mótsiga tí, at møguliga onkur stóð aftanfyri deyðsføllunum. Sambært politiska blaðstjóranum á blaðnum Frankfurter Allgemeine, Philip Eppelsheim, hevur hon gjørt alt annað enn at steðga gitingunum.