Ongi úrslit

Sjálvstýri vil venda skeivu skattabyrðuni

Sjálvstýri fer at arbeiða fyri at rætta upp á tað skattaskifti, sum er hent í Føroyum seinastu árini. Seinastu árini er skattabyrðan nemliga flutt frá teimum, sum hava mest, til tey, ið hava minst

Sámal Petur í Grund
2 tímar síðan

Í 2009 vórðu átta prosent goldin í landsskatti av teimum 10 prosentunum, sum hava lægstu inntøkurnar í Føroyum.

Í 2023 rindaðu tey við lægstu inntøkunum heili 21 prosent í landsskatti Tað vil siga, at tey tíggu prosentini, sum forvinna minst í Føroyum, rinda nú meiri enn tvær ferðir meira í landskatti, enn tey gjørdu í 2009.

Um somu tíð er parturin hjá teimum tíggju prosentunum í Føroyum, sum forvinna mest, einans øktur við einum prosenti. Tað vil siga, at skattabyrðan hjá teimum við lægstu inntøkunum er vaksin við 13 prosentum meðan tey hægstløntu einans gjalda eitt prosent meira.

Hetta merkir, at tey við lægstu inntøkunum hava goldið lutfalsliga meiri av búskaparvøkstrinum enn tey ríkastu.

Ein slík gongd økir um ójavna og gongur útyvir samhaldsfestið í samfelagnum. Eitt rættvíst samfelag byggir á tað grundleggjandi prinsippið, at tey, sum hava sterkastu herðarnar, bera tyngstu byrðarnar.

Rættvísari skattabýti
Skattaskipanin er eitt av sterkastu amboðum, vit hava at tryggja javnvág og rættvísi. Tá hon verður brúkt á ein hátt, sum økir um ójavna, so er okkara skylda at broyta kósina.

Eitt av høvuðsmálunum hjá Sjálvstýri er tí at arbeiða fyri einum rættvísari býtið av skattabyrðuni.

Eitt sterkt føroyskt samfelag krevur politiskt dirvi at rætta upp, tá ein skeiv gongd er staðfest. Tað dirvið hava vit í Sjálvstýri.

Sámal Petur í Grund

Formaður í Sjálvstýri

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

13 tímar síðan

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45

Hevði ov nógv fólk í bilinum - og alt vóru børn

16. februar kl. 08:41