Ongi úrslit

Sissal verður við aftur í ár!

Seinast tað hendi var í 1986 við duoini Søren og Kirsten.

© Dansk Melodi Grand Prix 2026
Jóhanna Højgaard
22. januar kl. 16:03

Í gjár hoyrdist leysasøgur um, at Sissal skuldi luttaka í Dansk Melodi Grand Prix aftur í ár. Hettar vísti hon aftur á fleiri miðlum.

Hon segði til dømis flennandi við Se og Hør :

- Hvat?! Tú kann siga við tey at tað passar altso ikki. Men hon útilokaði ikki at hon kanska kom at upptraðka í sendingini, men ikki sum luttakari.

Eisini segði hon við miðlar, at hon fór at taka sína útbúgving framum, hettar seinasta semestrið hon hevur eftir.

Í dag hoyrast tó aðrir tónar. Sissal skrivar millum annað á Facebook:

- Eg havi borið uppá eitt loyndarmál í nakrar mánaðir. Eg vendi aftur til Dansk Melodi Grand Prix í ár. Tað ber ikki til, ikki at gerast forelskað, tá tú fyrstu ferð stígur inn í hattar universið.

DMGP hevur havt ógvusliga ávirkan á meg, langt út um mína yrkisleið. Tað hevur verið við til at mynda mítt samband við tónleik og við meg sjálvan sum listafólk.

Sissal skal altso, sera yvirraskandi syngja Danmark til tops aftur í ár. Hettar er fyrstu ferðí 40 ár, at ein vinnari av songkappingini sleppur uppí part aftur, longu árið eftir. Seinast tað hendi var tá duoin Søren og Kirsten í 1986, endaðu á einum fjórða plássi við lagnum Sig det som det er, árið eftir at tey høvdu vunnið.

Sissal skrivar eisini at hon veit summi hugsa hví hon longu traðkar uppaftur, og hugsar at summi kanska halda at onnur skuldu sloppið framat. Men hon heldur at pláss er fyri øllum, og at DMGP snýr seg um at stuðla. 

Føroyingar kunnu saktans vera stoltir. Vit hava nógv dugnalig folk, bæði í hondbólti og øðrum ítrottargreinum, og so sanniliga eisini innan tónleikaheimin.

Spennandi verður at fylgja við og atkvøða fyri Sissal aftur í ár.


Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37