Ongi úrslit

Símun er aftur í Fuglafirði

Símun Eliasen verður við í venjaratoyminum hjá ÍF

ÍF Fuglafjørður
21. november kl. 23:52

ÍF skrivar soleiðis í kvøld:

Vit kunnu í kvøld kunngera, at nýggjur maður er lagdur afturat venjaratoyminum hjá besta mansliðnum, saman við Kristoffer, Sjúrða og Gunnari. Er hann nevndur, er hann kendur. Talan er um fuglfirðingin og gjógvarámannin, Símun Eliasen.

Símun hevur drúgvar royndir, bæði sum leikari og venjari. Seinast hann var at síggja á síðulinjuni í bestu deildini, var í 2023 fyri AB. Símun hevur áður verði venjari hjá ÍF í tveimum umførum, tað var í ávíkavist 2011 og 2016.

Hjartaliga vælkomin heim til Fløtugerði, Símun, og blíðan byr til kappingarárið 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44