Ongi úrslit

Sigfríður og teir vunnu søtan sigur á Vágseiði

Nú hevur FC Suðuroy spælt tveir dystir í bestu deildini uttan at hava skorað mál

Jóannes Hansen
22. mars kl. 17:06

Sigfríður S. Clementsen og hansara menn í EB/Streymi eru á veg av Vágseiði og umvegis Suðuroyarfjørð og norður aftur í Hóman á Eiði. Í viðførinum hava teir 2-0 sigur og trý stig. Tað ber við sær, at EB/Streymur eftir tvey umfør er ósigrað. Samantalda úrtøkan ímóti teimum báðum uppflytarunum úr Suðuroy er fýra stig, og tað ber við sær, at EB/Streymur er á fjórða plássi.

Í triðja umfari, sum verður leygardagin um eina viku – 30. mars – fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti KÍ.

Pól Thorsteinsson og FC Suðuroy hava einki stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og uppflytararnir á Vágseiði hava framvegis til góða at skora fyrsta málið. Fyri einari lítlari viku síðani tapti FC Suðuroy 2-0 á Toftum, og í dag tapti FC Suðuroy 2-0 á heimavølli.

Í triðja umfari fer FC Suðuroy um eina viku at spæla á útivølli ímóti HB.

Undan dystarbyrjan mintust teir á vøllinum og tey kring vøllin Hans Jacob Hjelm, sum var stórstuðul hjá FC Suðuroy, og sum so syndarliga andaðist fyri einari viku síðani.

EB/Streymur var fyri tað mesta omaná, og EB/Streymur hevði nógv tær flestu royndirnar á málið.

Ein hálvur tími var farin, tá ið EB/Streymur legði seg á odda. Bæði í hesum førinum, og tá ið leiðslan hjá gestunum tólv minuttir undan leikloki varð økt til 2-0, vóru heimamenninir óhepnir at hjálpa til.

Mohamed Dabo royndi seg við skoti úr 25 metrum og eitt sindur til vinstru. Tað sá út til, at Rasmus Olsen í heimamálinum fór at hava tak á støðuni, men so var tað, at verjuspælarin Hunter Bell var óheppin, tá ið hann við høvdinum royndi at verja fyri. Hann snittaði bóltin, sum broytti kós og sigldi dygst inn við handara stólpanum.

Eftir steðgin var EB/Streymur greitt omaná. Tað vóru fleiri støður, tá ið tað var um reppið, at gestirnir øktu um munin. Verjuspælararnir á heimaliðnum ofraðu seg, og Rasmus Olsen í málinum bjargaði onkra ferðina væl.

Tá ið talan er um 1-0 leiðslu, so er tað lív í, og onkra ferðina var heimaliðið í álopum, sum kundu borið vandamiklar støður við sær. Tólv minuttir undan leikloki varð útisigurin staðfestur.

Eftir horna sendi miðverjin Andras Ó. Olsen úr vinstru og við høvdinum bóltin í handara stólpan. Og eftir nýtt horna endaði bólturin hjá vongverjanum í vinstru Virgari Jónsson, sum smekkaði til úr 19 metrum. Bólturin tók i bringuna á einum av heimamonnunum og so var málverjin prísgivin.

 

 

FC Suðuroy – EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Mohamed Dabo 30.

0-2: Virgar Jónsson 78.

Dómari: Eiler Rasmussen

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Jákup Joensen, Hunter Bell, Jimmy Abdul, Emmanuel Andorful – Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, Pætur Augustinussen, John Villi Wøldike Leo, Fríði Holm – Teit Hjelm

Venjari: Pól Thorsteinsson

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti,  Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Mórits Heini Mortensen – Tóki H. Johannesen, Búi Egilsson, Boubacar Dabo

Venjari: Sigfríður S. Clementsen

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45