Tað eru 20 ár síðani at Steintór Rasmussen, Erik Biskopstøð, Eyðun Klakstein og Jonhard Hammer flotaðu eitt nýtt far í føroyska tónleikaflotanum: Summarfestivalin.
Teir hava øll árini hildið seg til konseptið, teir byrjaðu við: Føroyskir bólkar hava verið bulurin, men so hava teir kryddað við kendum útlendskum nøvnum, sum ofta eru so mikið langt frá popularitets-tindunum, at ráð eru at fáa tey til Føroya.
Vit kunnu siga, at teir hava valt ein tryggaj leist, ið hevur verið lanseraður undir sigandi heitunum “Har hittini hittast” og “Har øll syngja við”.
Teirra konsept hevur hildið somikið væl, at SF er nú, eftir ólavsøkuna, á greiðum øðrumplássi sum mentanartiltak í føroyska summarinum.
Jubileumsfestivalurtin í ár var einki undantak.
Longu hóskvøldið var heilt nógv fólk. Útlendska høvuðsnavnið á stóra pallinum var Nik & Jay, og føroysku Páll Finnur Páll. Á smærru pallunum (sum jú eisini eru stórir), vóru aktuel, væl umtókt føroysk nøvn.
Veðrið spældi við – og kvøldið eydnaðist avbera væl.
Regn og avlýsing
Fríggjadagurin eydnaðist ikki nær so væl.
Fyri tað fyrsta var veðrið keðiligt. Konsertin hjá stóra útlendska høvuðsnavninum hetta kvøldið mátti framskundast fyri ikki at enda mitt í regninum. Men tað var ikki nóg mikið til at fáa konsertina at eydnast.
UB40 vóru snøgt sagt ikki nóg góðir. Legendariski bólkurin úr Birmingham tóktist óupplagdur, og gjørdi ikki nógv fyri at fáa lív í fjøldina. Og tá tað enntá fór at regna síðsta partin av konsertini, gjørdist heilt galið. Nógv fólk rýmdi av Vágsbøi. Tey tímdu ikki at fáa karm fyri at hoyra eina skuffandi konsert.
Nógvir bólkar hava megnað at fáa fólk at gloyma regnið – men ikki UB40.
Tá so konsertin hjá Dynamitt bleiv avlýst fyri veður, fingu fólk eina kenslu av, at hetta var ein miseydnaður dagur – hóast serliga Swardi endaði kvøldið við eini sera sterkari og orkumiklari konsert í Tjaldinum.
Endurreisn
Tað, sum miseydnaðist fríggjakvøldið, eydnaðist hinvegin til UG leygarkvøldið.
Á Stóra pallinum dróg Kular Røtur fullan Vágsbø, og hetta konseptið hjá fyrst og fremst Steintóri Rasmussen, sum hevur 25 ár á baki, fekk bæði ung og gomul at syngja við. Og umframt fleiri av sangararunum, sum vóru við frá byrjan, vóru eisini nýggj barnaandlit at síggja – sum kláraðu seg ómetaliga væl.
Útlendska navnið hetta kvøldið – DJ Ötzi – mundu tey fægstu kenna, og tí vistu fólk heldur ikki, hvat tey kundu vænta sær. Men hann var nógv meira enn ein DJ. Konsertin var við fullum orkestri og fleiri sangarum, sum veruliga settu lív í, tá DJ Ötzi framførdi hitt eftir hitt, bæði á týskum og enskum. Ein rættilig poppveitsla.
Dynamittkonsertin, sum bleiv avlýst kvøldið fyri, var sett á skrá leygarkvøldið – og Niclas Heri og kompaní løgdu Vágsbø niður. Ella reistu hann upp, rættari sagt. Niclas Heri hevur ofta sagt, at hann ikki ger verðins bestu melodiir og heldur ikki er verðins besti sangari – men tað er heldur ikki tað, sum ger Dynamitt til tað fenomenið tað er. Tað er útstrálingin, karisman og orkan, sum streymar av pallinum, sum blæsir fjøldina um koll ferð eftir ferð. Og hesarferð var einki undantak.
Í Tjaldinum og á Torginum vóru eisini púra “skotsikrir” føroyskur artistar, sum drógu nógv fólk.
Áðrenn alt endaði við diskoteki í Tjaldinum hevði Brimheim eina sera vakra, inniliga og musikalskt flotta konsert á stóra palli – men hon hevði nógv færri ákoðarar, enn hon hevði uppiborið.
Tað er ikki av ongum, at Brimheim hevur vunnið sær stóra viðurkenning í Danmark. Men hennara tónleikur riggar ikki væl sum klokkan tvey um náttina sum punktum á einum festivali, har fólk bæði eru rúsað og troytt eftir at hava verið á festivali í tríggjar dagar. Hennara tónleikur hevði uppiborið at verið framførdur fyrr um kvøldið, tá fólk vóru væl fyri.
Sum heild: Veðrið spældi ikki væl við, og eitt av útlendsku høvuðsnøvnunum var eitt vónbrot. Men samanumtikið var Føroya næststørsta mentanartiltak enn einaferð avbera væleydnað!