Ongi úrslit

Sextortion er ein vaksandi trupulleiki

AI verður alsamt vaksandi nýtt at avpressa við

© Photo / Getty Images
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:00

Sextortion, á føroyskum kallað kynslig avnoyðsla, kann byrja á einari og hvørjari síðu á netinum, á einari app, einum boðpalli ella spæli, har fólk hittast og samskifta. 

Í summum førum verður fyrsta sambandið frá brotsmanninum ein hóttan.

Viðkomandi kann siga seg longu hava eina avdúkandi mynd, ella video av einum barni sum verður deilt, um offrið ikki sendir fleiri myndir.

Men oftari byrjar hetta brotsverkið, tá ung halda seg samskifta við onkran í teirra egna aldri. Onkran sum tey halda hevur áhuga í einum parlagi ella við onkran, sum bjóðar okkurt virðismikið.

Eftir at brotsmenninir hava eitt ella fleiri video ella myndir, hótta teir við at koyra tað innihaldið víðari.

Teir kunnu eisini hótta við harðskapi, fyri at fáa offrið at senda fleiri myndir.

Seinastu árini er eisini hent tað at AI er tikið í brúk av brotsmonnunum.

Ein nýtist tí ikki eingongd at hava tikið ella sent nakrar myndir. Tað kann verða nokk um ein sjálvur, ella onkur annar til hevur til dømis eina heilt vanliga mynd av tær á sínum vanga, har bert andlitið sæst.

Dugur man væl við AI, kan har ásetast ein nakin kroppur, sum so verður lagdur út á netið til almenningin at síggja. 

Skomm, ótti og ørkymlan, er ofta tað sum børn og ung kenna, tá tey verða fangaði í hesari ringrásini, eisini um tað kanska ikki eru ektaðar myndir sum talan er um. Tað forðar teimum ofta í at biðja um hjálp ella at melda misnýtsluna. 

Gott hevði verið um foreldur og onnur umsorganarfólk, saman við teimum ungu, kundu skillt hvussu hesi brotsverkini henda, og kundu tosa opið vuð tey um trygdina á netinum.

Um tú ella onkur tú kennir eru útsett fyri sextortion, ella aðrar niðrandi atferð á netinum, set teg so endiliga í samband við Føroya Politi 

Somuleiðis ber eisini til at seta seg í samband við Sinnibata, um man sjálvur ella onkur man kennir, eru utsett fyri sextortion ella øðrum, sum kann gera tilveruna ov tunga at bera.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20