Ongi úrslit

Settur í brummuna fyri at hunddálka politist

Tá ið hann verður leyslatin aftur, verður tað við eini bót

Áki Bertholdsen
11. august 2024 kl. 10:19

Tað hevur verið rættiliga friðarligt í Klaksvík, hóast túsundtals fólk hava verið í Klaksvík, har ársins summarfestivalur hevur verið.

Men ein maður varð handtikin í nátt og lagdur í brummuna at sova rúsin av sær. Og tað varð hann tí hann hunddálkaði ein av politistunum, sum var til arbeiðis í Klaksvík í samvandi við summarfesti

Slík framferð verður ikki góðtikin og tí varð maðurin, sum var rættiliga drukkin, handtikin og lagdur í brummuna.

Tá ið hann hevur sovið rúsin av sær í morgun, verður hann leyslatin, men tá fær hann eisini eina bót við sær til hús.

Hann er skuldsettur eftir grein 121 í revsilógin, har tað stendur, at tann, sum háðar, spillir út, eyknevnir, ella upp aðrar mátar, hunddálkar ein tænastumann ímeðan hann er til arbeiðis, verður revsaður við bót, ella í ringasta føri, við eitt árs fongsulsrevsing.

Løgreglan sigur, at í hesum føri verður kortini ikki talan um fongsulsrevsing, men um eina bót.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26