Ongi úrslit

Settu met í ferðafólkum - men høvdu kortini hall

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Atlantsflog hevur havt aðalfund í dag og har var roknskapurin fyri í fjør eisini lagdur fram.

Endaliga ársúrslitið fyri í fjør gjørdist 57 milliónir krónur í halli eftir skatt, samanborið við 27,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2024,

Inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 860 milliónir krónur í 2024 upp í 879 milliónir krónur í 2025.

– Vit hava flutt met nógv ferðafólk í fjør, og grundraksturin hjá okkum hevur verið góður, og júst hetta eru vit sjálvsagt nøgd við, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, í tíðindaskrivi.

Men tá ið felagið kortini hevur hall, er tað tí at tveir av motorar á flogførunum hava verið til eitt serligt heildareftirlit í fjør.

Atlantsflog sigur, at tað kom óvart á tí veitarin kallaði motorarnar inn nógv fyrr enn væntað. Eftirlitið er ikki bara galdandi fyri flogfør Atlantsflogi, men fyri nógv flogfør við sama slagi av motorum.

Tilsamans vórðu umleið 670 flogfør innkallað til serligt eftirlit, sum hevði við sær, at nakrir lutir skuldu skiftast í úrtíð.

Umframt ítøkiligu útreiðslurnar fyri eftirlitið, hevur hetta eisini havt fleiri aðrar óbeinleiðis útreiðslur við sær, tí neyðugt hevur verið eitt nú at leiga flogfør og leggja ferðir um, meðan eftirlitini hava verið.

Tilsamans flutti Atlantsflog 379.000 ferðafólk í fjør samanborið við 369.000 ferðafólk í 2024. Umleið 43 prosent av hesum vóru útlendsk ferðafólk, ið er tað sama sum at tey keyptu einar 159.000 ferðaseðlar.

Í fjør flugu 10.700 ferðafólk við Tyrluni og 62 ferðir vórðu boð eftir henni til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning.

– Í miðal var tyrlan á flogi 9,5 minuttir eftir at boð vóru eftir henni.

At Fíggjarliga støðan er, sum hon er, fer ikki at ávirka framtíðarætlanirnar hjá Atlantsflogi. Í ár flýgur føroyska flogfelagið beinleiðis úr Føroyum til 12 ymisk ferðamál í Evropa: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, London, Barcelona, Mallorka, Gran Kanaria og Tenerife.

Á aðalfundinum varð nevndin afturvald og Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen er næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22 tímar síðan

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

Í gjár kl. 11:50

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

21. apríl kl. 14:30