Ongi úrslit

Seta strangari krøv til trygdina á smábátum

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
2. sepember kl. 10:14

Nú verða trygdarkrøvini til smábátar herd. Tað hendur, nú landsstýrið, í næstum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at herða krøvini til trygdarútgerð umborð á smábátum.

Nýggja kravið er, at eisini smábátar skulu hava AIS, sum er Automatic Identification System, og landsstýrið sigur, at tað eru útróðrarfeløgini, sum hava mælt til tað.

Eftir galdandi lóggávu er tað ikki eitt krav, at opnir bátar, ella deksbátar undir 20 BT skulu hava AIS.

Men nú skulu opnir bátar yvir 7,44 metrar og deksfør undir 20 BT eisini hava AIS av, í minsta lagi, klassa B. Bátar og deksfør við AIS av klassa A lúka eisini kravið eftir løgtingslógini.

Tann støddin svarar áleið til eitt áttamannafar, so hetta verður ikki eitt krav til bátar, sum eru minni enn tað.

Landsstýrið sigur, at hesar smábátastøddirnr, har tað ikki nú er eitt krav um at hava AIS, eru ein stórur partur av útróðrarflotanum.

Og tey eru eisini ein stórur partur av teimum stuttleikaførum og bátum, ið fara út á opið hav.

– Við at áleggja opnum bátum yvir 7,44 metrar, og deksførum undir 20 BT, at hava AIS av í minsta lagi klassa B umborð, verða hesir bátar sjónligari fyri onnur skip.

Samstundis kann AIS gera leitingarøkið minni og neyvari í sambandi við ásiglingar ella aðrar vandastøður.

Landsstýrið sigur, at ein AIS av klassa B kostar einar 7.000 krónur og ein AIS av klassa A, kostar einar 15.000.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

21 tímar síðan