Ongi úrslit

Seta fleiri pengar av til at fáa serlæknar til Føroya

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Landsstýrið ætlar nú at seta meiri pengar av til at fleiri serlæknar til Føroya.

Tað er stórt trot á serlæknunum og fyri at bøta um trupulleikan, varð avgjørt fyri nøkrum árum síðani at seta fimm milliónir í eina serliga pulju til at fáa serlæknar til Føroya.

Tað merkir, at var ein serlækni tøkur, skuldi tað ikki stranda upp á pengar, ella upp á eina drúgva, politiska viðgerð, at fáa hann settan í starv, tí so skuldi játtanin longu vera til tað.

Men á fíggjarlógini fyri næsta ár, ætlaði landsstýrið at skerja lógina niður í 450.000 krónur.

Tað fekk læknar at rópa varskó, tí tey ávaraðu um, at hetta var eitt stórt bakkast í royndunum at fáa fleiri serlæknar til Føroya.

Og tað hevur Landsstýrið eftir øllum at døma lurtað eftir, tí nú síðsta hond verður lagt á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur landsstýrið gjørt at hækka játtanina aftur upp í 3,95 milliónir.

Tað leggur landsstýrið uppskot fyri Løgtingið um nú í samband við, at Løgtingið skal samtykkja fíggjarlógina fyri næsta ár.

Landsstýrið sigur, at hesi seinastu árini eru fleiri serlæknar settir í starv, men at tað enn er trot á nógvum serlæknum og øðrum serútbúnum heilsustarvsfólkum.

Síðani hendan serliga puljan til serlæknar varð sett á fíggjarlógina í  2017, eru 15 serlæknar settir í starv, nevniliga tveir hjartalæknar, tveir serlæknar í barna-og ungdóms psykiatri, tveir lungalæknar, tveir húðlæknar, ein patologur, ein barnalækni, ein serlækni í kvinnusjúkum, ein eygnalækni, ein serlækni í diabetis, stofskifti og øðrum, ein nýralækni og ein serlækni maga-og tarmsjúkum.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35