Ongi úrslit

SET SJÚKLINGIN Í MIÐDEPILIN

Broyting av kunnger um sjúklingaskrá

Andrass Skaalum
Í gjár kl. 00:46

Fyrst og fremst hava sjúkuskráir (journalir) alstóran týdning fyri sjúklingar og teirra avvarðandi.

Góðar sjúkuskráir endurtaka neyvt tað, sum sjúklingurin, familjan og onnur avvarðandi hava hoyrt undir viðtalunum.

Sum vitiligt er, minnast nógv fólk ikki øll tey klóku orðini hjá læknunum, so tað er gott at síggja tey á prenti eftir samtaluna.

Borgarar hava vanliga avmarkað fokus á Sjúkuskránna, tað eru annars fleiri góðar grundir fyri, at hvør einstakur borgari gevur sjúkuskránni størri ans.

Sjúkuskráirnar hava eisini týdning fyri onnur heilsustarvsfólk, sum leita sær kunning og ráð í teimum, í sambandi við ymsar viðgerðir.

Endaliga hava sjúkuskráðirnar eisini serstakan týdning, tá tað snýr seg um at ávísa skeivleikar og manglar í sjúklingaviðgerðum, har tak kann gerast talan um møguligt endurgjaldi í almennu og privatu rættarskipanini.

Grundleggandi vil danska Patientforeningen hava, at § 3 í kunngerðini um sjúklingaskráir hjá autoriseraðum heilsustarvsfólkum https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2021/1225 verður broytt til hesa orðing:

§ 3 Patientjournalen fungerer som et arbejdsredskab for de involverede sundhedspersoner, patienten

og dennes eventuelle autoriserede pårørende og har til formål at sikre god og sikker patientbehandling

gennem nødvendige notater.

Stk. 2. Patientjournalen skal understøtte patienters og evt. autoriserede pårørendes muligheder for inddragelse i behandlingen og varetagelse af patientens interesser

Galdandi § 3 er soljóðandi:

§ 3. Patientjournalen fungerer som arbejdsredskab for de involverede sundhedspersoner og har til formål at sikre god og sikker patientbehandling gennem nødvendige notater.

Stk. 2. Patientjournalen kan desuden understøtte patientens mulighed for inddragelse i behandlingen og varetagelse af egne interesse

§ 6 eigur at verða orðað soleiðis:

Enhver, der har journalføringspligt jf. § 5, har også sandhedspligt og er ansvarlig for indholdet af sine notater i patientjournalen.

Galdandi § 6 er soljóðandi:

§ 6. Enhver, der har journalføringspligt, jf. § 5, er ansvarlig for indholdet af sine notater i patientjournalen.

Aðalmálið hjá Sjúklingafelagnum er, at seta sjúklingin í miðdepilin í heilsuverkinum.

Hóast kunngerðin sipað verður til, ikki er setti í gildi fyri Føroyur, hava hesi viðurskifti alstóran týdning, eisini fyri okkum. (ref. DK kunngerðin https://www.retsinformation.dk/eli/lta/2021/1225.

Í Føroyum er henda eldri kunnger galdandi á økinum : https://www.logir.fo/Bekendtgorelse/587-af-10-06-2014-for-Faeroerne-om-autoriserede-sundhedspersoners-patientjournaler

Ynskiligt er eisini at fáa slíkar dagføringar gjørdar her hjá okkum.

Tað snýr seg um sjúklingin, set tí sjúklingin í fokus.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20