Ongi úrslit

Serliga tvey viðurskifti eru avgerandi fyri um útsitar flyta heim

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Ein nýggj kanning, sum spyr.fo hevur gjørt í vikuskiftinum ímillum føroyingar búsitandi uttanlands, vísir, at tað fyrst og fremst eru praktiskar umstøður, og ikki viljin, sum avgera, um ung venda heim aftur til Føroya.

Spyr.fo sigur í tíðindaskrivi, at kanningin vísir, at nógv tey flestu útisetarnir vilja flyta heim aftur. Men bústaðartrot og høgur livikostnaður eru størstu forðingarnar fyri um tey flyta heim aftur ella ikki.

Úrslitini vísa eisini, at bústaðarmøguleikarnir og kostnaðurin fyri at seta búgv, og fíggingarmøguleikarnar til bústaðir, eru mest avgerandi fyru hvønn tey velja til løgtingsvalið - og fyri at tey flyta heim aftur til Føroya.

Eisini hava livikostnaður og starvsmøguleikar stóran týdning.

Kanningin vísir samstundis, at nógv tey flestu vilja at flyta heim. 59% siga, at tey fara helst, ella allarhelst, at flyta heim aftur.

Samstundis eru 22% í iva, meðan 19% fara helst, ella allarhelst ikki at flyta heimaftur.

Hetta kom eisini til sjóndar í sendingini, Trapputing, hjá KvF, sum varð send úr Oyrasundskolegiinum í gjár.

Har løgdu tey ungu dent á, at javnstøða, javnrættindi, og ikki minst ein bústaður, eru avgerandi fyri, hvørjar Føroyar tey vilja venda heim aftur til.

Í kanningini var eisini spurt, um tey halda, at valstríðið snýr seg um viðurskifti, sum hava týdning fyri tey. Her vísir tað seg, at nógv ung ikki føla seg sum ein part av valstríðnum.

Bara umleið 21% halda, at valstríðið í stóran mun snýr seg um tey, men ein meiriluti, umleið 63%, halda, at valstríðið er bara í ávísan mun, ella lítlan mun, er viðkomandi fyri teirra støðu.

Hetta bendir á, at ósamsvar er millum tað, sum verður tosað um í politiska kjakinum, og tað, sum útisetarnir sjálvir meta vera avgerandi.

Kanningin er fyrsta av sínum slag hjá spyr.fo við útisetum. Tey siga, at 128 útisetar, 18 ár og eldri, svaraðu kanningini. Av teimum spurdu hava 60% valrætt í Føroyum. Fyrivarni skulu sjálvsagt takast fyri, at kanningin er lutfalsliga lítil, siga tey í spyr.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01