Kaos er í statinum Minnesota, har arbeiðið hjá innflytaramyndugleikanum ICE at burturvísa ólógligar útlendingar, hevur havt við sær tvey morð í býnum Minneapolis.
Nakað, sum hevur fingið borgarar í Minnesota at fara út á gøturnar og mótmæla inngongdini hjá ICE.
Nú er sagt frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at hann fer at senda sín markna-tsar, Tom Homan, til Minnesota.
Hetta skrivar hann á sínum egna sosiala miðli Truth Social.
- Eg sendi Tom Homan til Minnesota í kvøld. Hann hevur ikki verið við á tí økinum, men kennir og dámar nógv av fólkunum har. Tom er harður, men rættvísur.
Trump greiðir ikki nærri frá, hvat Tom Homan fer at gera í statinum, sum hevur fingið yvirskriftir runt allan heimin, eftir at marknaløgreglan skeyt ein 37 ára gamlan amerikanskan statsborgara á gøtuni í Minneapolis leygardagin.