Ongi úrslit

Senda hjálp úr Føroyum til 20.000 fólk í Sudan

Áki Bertholdsen
15. desember 2025 kl. 12:24

Reyði Krossur Føroya og Føroya Landsstýri fara nú at lata 700.000 krónur afturat í neyðhjálp til Sudan.

Herviligt borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri fólkið, ið har býr.

Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai mánaða tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í Sudan, men støðan er bara versnað síðan tá, og nú er støðan í Sudan ein tann svárastu menniskjansliga kreppan í heiminum í dag. 

Tí er tørvurin á hjálp framvegis ómetaliga stórur í landinum og við at lata 700.000 krónur í stuðli afturat úr Føroyum kann Reyði Krossur í Sudan eitt nú:

– Gera fleiri tryggar tænastustøðir til børn og kvinnur

– Veita heitar máltíðir og drekkivørur

– Veita fyrstuhjálp og heilsukanningar og vísa víðari til heilsuverk, har tørvur er á tí.

– Senda 300 matpakkar til familjur ið eru serliga illa fyri.

– Skipa fyri heilsudøgum í flóttafólkalegum og á tænastustøðunum.

 Reyði Krossur sigur, at stuðulin hevur til endamáls at tryggja kvinnum, monnum og børnum, sum eru illa fyri, atgongd til neyðsynjartænastur og verju, so væl og trygt og virðiligt, sum tað letur seg gera undir teimum umstøðum, sum eru.

– Hetta fer fyrst og fremst at koma flóttafólkum, sum ferðast á teimum stóru flóttarutunum, til gagns, sigur Reyði Krossur.

– Samanumtikið verður mett, at umleið 20.000 fólk kunnu fáa beinleiðis hjálp av hesum stuðlinum, serliga í samband við tænastustøðini í Norðurstatinum í Sudan, har tørvurin er ógvusligur orsakað av nógvu flóttafólkunum, sigur Reyði Krossur.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18