Ongi úrslit

Hetta er ein rættvís atfinning ímóti landsstýrinum

Selja tollfrítt tubbak og snús fyri 24 milliónir á flogvøllinum – politikarar vilja steðga tí

Áki Bertholdsen
15. desember 2025 kl. 12:00

Løgtingið viðger í løtuni uppskot um at hækka avgjøldini á tubbaki og snúsi. Tað varð samtykt fyri eini løtu síðan, men tað skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað kann verða sett í verk.

Men í hesum sambandi hava løgtingslimir eisini sett spurnartekn við tollfríu søluna á flogvøllinum í Vágum.

Eitt nú spyrja tinglimir fyri Miðflokkin, hvussu rímiligt tað er, at fólk, sum ferðast ofta, fremvegis kunnu keypa sigarettir og snús tollfrítt, samstundis sum at prísurin verður hækkaður fyri øll hini, sum ikki ferðast so nógv.

Onkuntíð er spurningur er eisini settur við, um tað er rætt, at tað skal bera til at keypa tollfrítt rúsdrekka.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum tekur hetta til sín, tí at hon heldur, at tað er púra rættvíst at finnast at landsstýrinum fyri ikki at gera nakað við tollfríu søluna á flogvøllinum.

– Vit vita væl, at tað er av fíggjarligum orsøkum. Men hon ivast ikki í, at sum frá líður, er hetta ein spurningur, sum fer at verða tikin upp.

Tollfríi handilin hevur stórar inntøkur av at selja tollfrítt tubbak og snús. Tey hava greitt frá, at í fjør seldu tey tubbak og snús fyri 24 milliónir í tollfría handlinum á flogvøllinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18