Ongi úrslit

Seks ymisk gentunøvn eru tey best umtóktu í Føroyum

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 11:14

Í fjør vóru tað seks ymisk gentunøvn, sum vóru tey best umtóktu í Føroyum. Tað eru nøvnini, Brim, Maria, Emma, Ida, Olivia og Teresa.

Í fjør fingu fýra gentur, sum eru føddar í Føroyum, eitt av hesum nøvnunum.

Hagtovan sigur, at fimm av hesum seks nøvnunum eru vælkend nøvn í Føroyum - men eitt navn er við á fyrsta sinni.

Hagstovan sigur í fjør var nevniliga fyrstu ferð, at gentubørn, sum eru fødd í Føroyum, fingu navnið, Brim.

Annars er navnið, Brim, ikki ókent í Føroyum, men hini, sum eita so, eru so fødd uttanlands.

Tað er eisini fyrstu ferð, at nøvnini Brim, Teresa, Emma og Olivia eru tey best umtóktu á nýføddum gentum.

Bæði Ida og Maria hava verið best umtóktu nøvn á nýføddum gentum áður - Ida eina ferð og Maria heili seks ferðir.

Síðan 1985 hava næstan 200 gentur fingið navnið Maria. Maria er eisini tað navnið, sum flest kvinnur í Føroyum eita, og við ársenda í fjør búðu næstan 300 Mariur í Føroyum. 

Nøvnini Emma og Olivia hava verið vælumtókt nøvn í Føroyum, serliga seinastu 15-20 árini. Síðan 1985 hava um 70 gentur fingið navnið Emma og umleið 60 navnið Olivia.

Við ársenda í fjør búðu knapt 90 Emmur og gott 70 Oliviur í Føroyum. 

Hóast Ida og Teresa eru vælkend nøvn í Føroyum, eru tey ikki líka nógv brúkt sum Emma og Olivia eru. Síðan 1985 hava umleið 40 gentur fingið navnið Ida og 30 gentur hava fingið navnið Teresa. Við ársenda í fjør vóru gott 50 kvinnur í Føroyum nevndar Ida og knapt 30 nevndar Teresa.  

Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Bára, Elina, Glæma, Lív og Nora. Hvørt av teimum var givið til tríggjar gentur. 

Nøvnini Bára og Lív hava leingi verið vanlig í Føroyum, og bæði nøvnini hava áður verið millum best umtókta navn á nýføddum gentum.

Navnið Nora er vælkent navn í Føroyum, sum tó fáar kvinnur hava itið. Lutfalsliga nýtt er navnið Glæma, sum tilsamans sjey gentur hava fingið seinastu tíggju árini. 

Tríggjar gentur, føddar í fjør, hava ikki fingið navn enn.

Á talvuni niðan fyri sæst, hvørji kvinnunøvn eru tey mest vanligu

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39