Ongi úrslit

Seinast var tað í Klaksvík - nú vilja tey hava tað aftur til Havnar

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tiltakið, Faroese Music Awards, FMA, har føroyskur tónleikur verður heiðraður, og tónleikaravirðislønirnar verða lætnar, hevur verið í Havn í fleiri ár.

Tiltakið er um várið, men seinast varð tað kortini flutt til nýggja mentanarhúsið, Varpið, í Klaksvík.

Men nú vil Tórshavnar býráð hava tiltakið aftur til Havnar - ikki bara næsta ár, men fyri alla framtíð.

Tað er Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, sum hevur reist málið fyri býráðnum.

– Tórshavn er høvuðsstaður, og tónleikahøvuðsstaður, Føroya og tískil eigur størsta hátíðarhaldið fyri tónleikin eisini at vera í Havn, sigur hon.

Norðurlandahúsið, sum í nógv ár var við til at skipa fyri tiltakinum og fíggja tað, tók fíggingina aftur fyri nøkrum árum síðani fyri at spara - men tey løgdu framvegis høli, og annað, til.

Men seinast bjóðaðu Varpið, og Klaksvíkar býráðið, seg fram at hýsa tiltakinum og tey bjóðaðu sær eisini til at átaka sær ein stóran part av kostnaðinum.

Og tískil flutti tiltakið til Klaksvíkar í vár.

Men tað merkti at eingi undan-tiltøk vóru í Tórsgøtu, ella nakra aðrastaðni, sum tað annars plagdi vera.

Borgarstjórin í Havn sigur, at tey, sum fyriskipa FMA eru sinnað at gera eina langtíðaravtalu, sum tryggjar, at tiltakið framyvir verður í Havn.

Tað er Tónleikasambandið, sum er høvuðsfyriskipari, saman við Kringvarpinum.

Borgarstjórin sigur, at bæði Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Tónleikasambandi Føroya, eru sinnað at gera eina avtalu, har tey binda seg til átaka sær sín part av tiltakinum.

Hinvegin skal Tórshavnar kommuna vera høvuðsstuðul og skal lata 150.000 krónur um árið í trý ár, og samstundis skal kommunan lata høli í Tórsgøtu til trý undan-tiltøk og til veitsluna aftan á.

Annars hevur býráðið stuðlað við 50.000 krónum hvørja ferð, men nú er so ætlanin at stuðulin skal vera 150.000 krónur um árið.

Annars seta Kringvarpið og Tónleikasambandið hvør sínar 500.000 krónur í tiltakið.

Nú skal býráðið so taka støðu til málið, men tað verður helst bara ein avgreiðsluspurningur, tí bæði mentanarnevndin, og fíggjarnevndin, eru samd um tað.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18