Tað eru íverksetararnir, Meinarhard Egilsson Olsen, Michal Damian Przybulski og Rói Mørk Hentze, sum stovnaðu Saunadypp í Glyvrum. Allir tríggir hava altíð verið virknir innan ítrótt, og áhugin fyri heilsu og kropsrøkt er spunnin úr teirra yrkisleið innan ítrótt.
Meinhard var tá búsitandi í Noregi og var limur í einum saunafelagsskapi, sum átti ymiskar flótandi sauna.
Meinard og Michal spurdu so Róa, um hann dugdi at byggja eitt flótandi sauna, og svarið var:
- Eg havi aldrin roynt tað áður, so tað dugi eg sikkurt væl.
Verkætlanin byrjaði í seinnu helvt av 2023 og síðani varð bara farið í gongd. Teir vistu væl, at tað fóru at koma støður, sum teir ikki høvdu tikið hædd fyri, men tað týdningarmikla var at koma í gongd. Øll tilgongdin tók áleið á eitt hálvt ár, og bleiv tað væl dýrari enn ætlað. Men teir lærdu sera nógv á leiðini og fingu latið Saunadypp upp, og tað eru teir sera stoltir av.
- Málið við Saunadypp er at bjóða nakað serstakt innan vælveru í Føroyum. Okkara ynski er, at føroyingar í øllum aldri og skapi skulu fáa eina frálíka uppliving í tí føroysku náttúruni saman við Saunadypp.
Frá fyrsta juni í 2024 til dags dato hava verið fleiri enn 5000 vitjandi. Hetta er alt frá lokalum fólki til føroyingar kring landið og eisini útlendingar. Undirtøkan hevur sostatt verið sera góð, og tað sær ikki út til, at hetta fer at broytast komandi tíðina.
Tað skal vera so nemt sum møguligt fyri brúkaran og tí fer alt fram á netinum. Saunadypp er gjørt at passa til ein og hvønn tørv, og tískil bjóða teir ymiskar møguleikar.
Eitt nú er møguleiki hjá størri og smærri bólkum at leiga Saunadypp privat. Við ella uttan ábit og drykkivørur og við egnum privatum gosmeistara.
Tú kanst ogna tær eitt, Støkk-inn atgongumerkið, sum gevur tær atgongd til 75 minuttir í saunadypp. Ella tú velur tær eina fulla sansauppliving, ið gevur tær ein privatan gosmeistara sum koyrir tríggjar rundir saunagos við oljum, roykilsi, tónleiki og nógvum dampi.
Tú teknar tær ein vanga á bókingarskipanini og velur millum teir ymisku møguleikarnar. Síðani velur tú hvørja tíð og dato, tú ynskir at njóta Saunadypp.
Meinhard, Michal og Rói hava allir ætlanir um at víðka um virksemi og hava eisini tosað við fleiri kommunur um møguligar staðsetingar. Enn er onki komið upp á pláss, men er hetta nakað, sum er í ætlanini. Teir hava merkt, at fleiri vitjandi hava sett teimum spurningin um, hví teir ikki eru at finna í teirra kommunu.
Enn er fyritøkan nýggj, men teir síggja longu, at áhugin er stórur fyri Saunadypp, og eru teir við til at skapa virði til ferðafólk og føroyingar, sum kunnu njóta flottu náttúruna, samstundis sum tey njóta hølini, ið eru við til at menna okkum sosialt, sálarliga og fysiskt.