Ongi úrslit

Sat í haganum alla náttina

Áki Bertholdsen
3. sepember kl. 08:01

Sum vit skrivaðu í gjáramorgunin, høvdu tey leitað eftir einum manni, sum var farin til gongu av Slættanesi til Sandavágs.

Teir høvdu verið eftir nátungum og vóru farnir til Slættanesar at royta.

Avtalan var, at maðurin, sum var staðkendur, skuldu fara til gongu til Sandavágs og so skuldu hinir fara við bátinum.

Hetta var klokkan 16 í fyrradagin - men tá ið hann ikki var komin vegin fram klokkan 21, var farið at leita við fólki og dronum

Løgreglan leitaði eisini við hundum. Hundaførarar og hundar vórðu førd til Slættanesar við báti, men har var so kavsvart í mjørka, at tað sást ikki fram um nøsina.

Men hundarnir fylgdu eini slóð yvir um Markná, men so mistu hundarnir slóðina aftur.

Ímóti morgni lætti hann mjørkan eitt sindur og og tá gjødu tey seg út til eisini at leita við tyrlu.

Um náttina var eisini vaktarskipið, Tjaldrið, komið á staðið, og tað var manningin á Tjaldrinum, sum boðaðu frá, at tey sóu ein mann í til gongu í haganum á veg ímóti Oyrargjógv.

– Tyrlan fór á staðið, og tað vísti seg at vera saknaði maðurin, sigur løgreglan.

Tey siga, at hóast hann var staðkendur, var hann vilstur í mjørkanum, men tá ið hann ikki fann vegin fram, gjørdi hann tað einasta rætta, og tað var, at hann setti seg niður at bíða til mjørkin lætnaði.

Og har hevði hann so sitið alla náttina. Løgreglan sigur, at hann var væl ílatin, so tað var eingin vandi á ferð, sum so, men hann var kortini nakað kaldur um morgunin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14