Ongi úrslit

Santa Lucia

Jóhanna Højgaard
10 tímar síðan

Santa Lucia var ein kristin jomfrú úr Italia, sum doyði 13. desembur í ár 304. Hon doyði sum martyrur undir Diokletiansku forfylgingingini. Diocletianus var rómverskur keisari

Lucia var kristin, og tað var ikki heilt ófarligt tá. Rómverjar sóu kristindómin sum ein fígginda hjá rómverska ríkinum, og tað var tí bannað at vera kristin. Var tú meldaður til myndugleikarnar sum kristin, var tú í vanda fyri at verða píndur og avrættaður.

Hetta kom millum annað av, at teir kristnu íbúgvarnir noktaðu at ofra til keisaran, sum annars var eitt krav tá í tíðini. Tey kristnu vildu ikki ofra til hann, tey góðtóku bara ein gud.

Nógv kristin leitaðu sær tí friðskjól í katakombunum (gravstøð undir jørð), har tey kundu liva sum kristin í loyndum.

Men um náttina sníkti Lucia seg út. Hon vildi hjálpa sínum medmenniskjum, og gekk runt um náttina við mati til tey fátæku.

Fyri at kunna síggja nakað í myrkrinum, og samstundis hava hendurnar fríar at hjálpa, bar hon ein ljóskrans á høvdinum.

Tá mamma Lucia seinni á undurfullan hátt kom fyri seg aftur eftir eina deyðiliga sjúku, lovaði Lucia at víga sítt lív til Kristus. Lucia noktaði tí at giftast við tí manninum, sum familja hennara eftir tátíðar siði, hevði lovað henni burtur til.

Hetta kom ikki væl vip hjá rómverska svogrinum til valda mannin, sum hevndi seg við at melda Luciu til myndugleikarnar.

Hon varð handtikin undir forfylging og útreinsan av kristnum hjá Diocletianus keisara. Men hvørja ferð Lucia skuldi revsast fyri sína kristnu trúgv, varð hon sambært søgnini vard av guddómligum inntrivum.

Til dømis sendi keisarin Lucia á eitt bordell sum revsing, men tá ein vognur førdur av oksum skuldi koyra hana til bordellið, kundu oksarnir ikki flyta seg.

Sìðani royndi keisarin at brenna Lucia á báli, men eldurin vildi ikki kveikjast. Ein onnur søgn sigur, at sjálvt olja ikki vildi brenna Lucia.

At enda avrættaður tey hana við at stinga hana við svørði. Hon doyði 13. desember ár 304, sum í dag er dagfestingin av hennara hátíðarhaldi.

Hon varð beinanvegin sædd sum martyrur og lýst sum halgimenni av katólsku kirkjuni.

Ein søgn sigur, at Lucia sjálv stakk úr eygu síni, fyri at sleppa undan at menn skuldu verða drignir av henni. Av somu orsøk verður Lucia eisini mett sum ein serlig halgimenni fyri blind og fólk, sum líða av eygnasjúkum.

Tí sær man ofta myndir av Lucia, sum heldur í eini lítlari skál við tveimum eygum í.

Sankta Lucia er viðurkend sum halgimenni av katólsku kirkjuni og av anglikansku, luthersku og ortodoksu kristnu. Hon er verndarhalgimenni í heimbygdini Syracuse á Sicilia.

Harumframt er hon verndarhalgimenni teirra blindu.

Í Svøríki er tað serliga væl dámt við Lucia-skrúgongum hendan dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14