Mortansmessukvøld var eg til áhugaverda fólkafundin “Hvussu verja vit náttúruna” í Finsen. Millum áhugaverdu framløgurnar var m.a. ein kostnaðar/nyttu-greining hjá búskaparfrøðinginum Brandi Sjúrðarsyni, har hann vísti á hvussu trupult tað er at seta virði á náttúruna, at ymisk eygu síggja ymisk virði og viðhvørt mótstríðandi virði. At enda vísti hann á, at tað kostar 0,- (null kŕonur) at gera seg inn á eitt Ramsar-øki - fyri at prógva sítt poeng.
Búskaparlig viðurskifti eru nærum fult og heilt prísásett, og samfelagslig viðurskifti verða í alsamt størri mun prísásett - enntá uttanvirknaðir (eksternalitetir). Men fá seta prís á náttúruna - hvørji ítøkiliga ella í yvirførdum týdningi. Tí kemur hon altíð í síðstu røð, tá raðfestingar skulu gerast.
Men hóast náttúran ikki verður prísað, er hon tó nakað tað virðismiklasta vit eiga. Í mun til vørur og tænastur í búskaparligu og samfelagsligu sferuni er tænastan frá náttúru og umhvørvi sera grundleggjandi, men verður ofta tikin fyri givið. Harumframt eru búskaparligar og samfelagsligar tænastur sum oftast útskiftiligar. Missir tú eitt, kanst tú fáa okkurt annað. Innan náttúru og umhvørvi er hetta bert partvíst so. Tá talan er um djór, plantur og vatn, er her talan um tilfeingi, ið endurskapar seg, men í nógvum førum hevur náttúran eitt annað og nógv størri virði - eitt sonevnt dýrdarvirði.
Nógv náttúruvirði eru nevnliga unikk.
Nógv umhvørvi eru so serstøk, at tey finnast ikki aðrastaðni og kunnu ikki/illa endurskapast, um tey verða oyðiløgd. Hóast øll umhvørvi í prinsippinum eru unikk - einki umhvørvi er jú heilt líka - so eru summi meiri unikk enn onnur, tvs. hava fleiri sereyðkenni innan eitt ella fleiri fakøki. Á fólkafundinum týskvøldið varð komið inn á IBA-økini og Ramsar-økini. Her er talan um heilt unikk øki, ið eisini eru altjóða viðurkend. Vit hava eisini aðrastaðni í landinum dømi um jarðfrøðiligar perlur, ið eru so unikkar, at tað ikki kann góðtakast, at har verður sprongt ella bygt. Tí eiga vit sum samfelag at flokka øll okkara øki eftir hvussu serstøk tey eru.
Vit áttu at havt eitt atlas, har øll øki verða flokkað eftir dýrdarvirði - við avleiddum avmarkingum á búskaparligt og samfelagsligt virksemi. Nøkur øki mugu og skulu varðveitast so intakt sum gjørligt. Í hinum endanum eiga vit eisini at velja út tey øki, ið vit vilja “ofra” til ídnaðarmenning - herundir tey, ið longu eru ofrað. Dálkandi virksemi eigur at staðsetast á so fáum økjum sum gjørligt, heldur enn at hetta verður spjatt kring alt landið til stóran ampa fyri bæði lokalsamfeløg og umhvørvi.
Men aftur til Sands!
Sum Jørgen Frantz Jacobsen segði í 1937: “Sandur er en af de smukkeste pladser på Færøerne.” Við øðrum orðum er Sandur ikki bara eitthvørt umhvørvi, ið kann takast, men eitt av okkara unikku umhvørvum. Vit áttu av røttum at samtykt, at nøkur støð eru so varðveitingarverd, at ógvuslig inntriv ikki eiga at gerast í tey. Her kann talan bæði vera um náttúrugivin øki, men eisini um siðsøgulig øki. Hesi hava eitt so stórt virði, at tað ikki kann gerast upp í pengum.
Tað er heilt einfalt eitt mark fyri búskaparfrøðina. Sumt er so prinsipielt virðismikið, at búskaparfrøðin ikki strekkir til við síni kostnaðar/nyttu-tankagongd.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan